Hevur tú tørv á at fáa kannað kemisk evni í onkrum men ivast í hvussu tú kanst bera teg at?

Hevur tú sent nøkur sýni til evnafrøðiligar (kemiskar) kanningar og tørvar stuðul til at meta um úrslitini, kanska í mun til hvussu álvarsom úrslitini eru fyri teg og títt virki?

Hevur tú lisið ella sæð nakað um dálkandi evni sum hevur týðning fyri teg ella títt virkisøki, og hevur tørv á stuðli til at tulka hvat liggur í boðskapinum?

Tá kunnu vit hjálpa, eitt nú við:

  • Ráðgeving, eisini um hvør møguliga kann veita ráðgeving, í Føroyum ella uttanlands.

  • Uppskot til kanningarætlan.

  • Samskipan av kanningum.

  • Fremja kanningar.

  • Tulking av úrslitum

-Hvussu nógv er funnið í mun til markvirði? Hvussu farligt er tað, eitt nú sambært EU umhvørvisgóðsku-krøvum?

Evnaskyn er óheft virki, sum veitir tænastur til privatar og almennar viðskiftarar, bæði lands- og kommunalar stovnar. Evnaskyn hjálpir gjarna einstaklingum við spurningum sum snúgva seg um dálkandi evni, hvørt tað er í mati, umhvørvi ella tilfari annars.