Tá ið vit fremja kanningar sjálvi, so nýta vit vætu- ella gass-kromatografi saman við dupultari massaspektrometri, tað sum verður stytt til ávíkavist LC-MS/MS og GC-MS/MS. Hesir kanningarhættir kunnu nýtast til at kanna mannaskapt dálkingarevni, eitt nú per- og polyfluorerað evnir, skordýraeitur, PCB og flammutálmandi evni. Men eisini evni sum carnitin, fitisýrur og onnur náttúrlig evni kunnu kannast á sovorðnum tólum.

Tá ið vit fáa onnur at fremja kanningarnar, so er tað á kanningarstovum sum vit vita hava dyggar førleikar og royndir til endamálið, antin her heima ella í okkara grannalondum.

maria-alt-rett.jpg

Maria dam, stjóri

Cand. mag, cand. scient. og dr. scient. innan evnafrøði, frá NTNU, Noreg.

Arbeitt við verkætlanarleiðslu innan dálking og dálkingarevni í føroyska umhvørvinum síðani 1995. Hevur drúgvar royndir at gera verkætlanaruppskot, bæði fyri kanningar og greiningar sum eru størri og minni í vavi. Arbeitt við umhvørvismálum tengd at matvørutrygd, fiski, alivinnu, spillvatni, oljuvinnu og vatn-, mold- og luftgóðsku fyri myndugleikastovnar og vinnu.

Undirvíst á universiteti; Fróðskaparsetri Føroya og NTNU í Noregi, serliga innan eiturvistfrøði (toxicology) og dálking innan almenna, ólívrunna og lívrunna evnafrøði, umframt evnafrøðiligar greiningar (analytisk kemi). Stórt netverk innan myndugleika-, kanningar- og granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands, serliga í Norðurlondum.

andrea-lab-storre.JPG

ANDREA MIDJORD, LABORANTUR

Íðnaðarlaborantur av Dalum Tekniske Skole, Danmark, 2005.

Arbeitt á almennum og privatum starvsstovum í Føroyum. Lisið lívfrøði á bachelorstøði á Fróðskaparsetri Føroya. Royndir við sýnistøku og við kanning av dálkingarevnum.